top of page

UM MEG

Eg brenni fyri at hjálpa kvinnum við at liva eitt sunnari og meira virkið lív, har ið tær raðfesta sína mentalu heilsu júst líka høgt sum kropsligu heilsu. Við mínari hjálp og eina greiða ætlan kanst tú røkka tíni mál.

​

Tú hevur tryggar rammur, tá ið tú hevur tíðarskeið hjá mær; eg eri nærverandi, stuðlandi og taki mær tíð at skilja og hoyra teg.

MÍN ÚTBÚGVING

 

  • Persónligur Venjari & Fitness Instruktør
    'Health Lab, Danmark'

     

  • Lesi nú til fysioterapeut í Keypmannahavn

     

SKEIÐIR

 

  • Women Are Not Small Men
    Dr. Stacy Sims, Msc, Phd
    Ítróttafysiolog & Føðsluserfrøðingur
    'Kvinnur og hormonir frá
    ungdómi til yvirgangsaldur'

     

  • Compassion, Aarhus Universitet

​


GÓÐKEND AV

​

  • European Register of Exercise Professionals
     

  • EREPS 4 EuropeActive.

​
 

Eg havi havt sera dugnaligar undirvísarir, sum eru fysioterapeutar, fysiologar, VaneCoach, kostráðgevar/diætist og føðsluserfrøðingar.

​

Tín online venjari og kostvegleiðari | Kom á mál við einfaldari og lættari venjingarætlan

​

Eg eiti Rosa Egholm og eri certificerað persónligur venjari og geri kostætlanir, við 5 ára royndum.

 

Eg eri her fyri at hjálpa tær við at náa tínum heilsu- og fitnessmálum, óansæð um tú ynskir at tapa teg, byggja vøddar, betra um tína heilsu ella skapa eina rutinu.

Online | Sergjørdar Venjingarætlanir

​

Eg bjóði online tíðarskeið, har tú fært eina sergjørda venjingarætlan og betri innlit í kost, hungur- og mettheitssignalir. Tú lærir meira um tín kropp, tín cyklus og hvussu tú kanst arbeiða við tínum persónliga máli. Eg taki altíð støðu til tína núverandi støðu og lívsstíl, so vit arbeiða út frá tí, har tú ert.

​

Míni online programmir eru løtt at fylgja og video við venjingum fylgja við øllum tilboðum.
 

Standard Kostætlanir| Tín Heilsa í Fokus

​​

Eg havi standard kostætlan fyri at leggja fokus á vitan heldur enn kaloriur. Tískil geri eg ikki sergjørdar kostætlanir, men arbeiði heldur saman við tær, fyri at læra at raðfesta tað heilsugóða, samstundis sum at tú lærir at geva pláss fyri hugna.

 

Eg gevi tær eisini vitan innan menstruatións-cyklus, PCOS, hormon ójavnvág, skiftisár v.m., fyri at fremja góða heilsu og vælveru.

​

Online venjingarætlan

Rosa Egholm

aka Real Raw Rosa

"Fyri meg skal lívsstíl, venjing og vanar skapa gleði, bæði kropsliga og mentalt. Venjing er nakað sum skal kunna vera stuttligt og motiverandi - tú skal ikki fyrst føla gleði tá tú ert komin á mál, men gjøgnum alla processina. Við mínari hjálp kemur tú á mál til eina betri útgávu av tær sjálvari."

bottom of page